Claus heldur fram hjá StÍF

Sum hondbóltskappingin hevur lagað seg higartil, so er lítil ivi um, at StÍF er besta mansliðið í landinum.

Strandingar hava frá byrjan verið partur av oddastríðnum, og í fleiri førum hevur talan verið um sannførandi sigrar hjá glóðheita oddaliðnum.

Nú hevur StÍF so boðað frá, at tey longu hava gjørt av, at samstarvið verður longt til eisini at fevna um næsta kappingarár.

- Vit hava verið sera væl nøgdir við Claus, og hann hevur verið væl nøgdur við okkum. Vit halda, at hann kann geva øllum felagnum nakað. Hann hevur nøkur spennandi hugskot, eisini við teimum yngru, sum vit fegin vilja hava hann at hjálpa okkum at føra út í lívið. Vit eru tí sera fegnir um, at hava fingið avtalu við Claus fyir komandi kappingarár, sigur Andrass Danielsen, nevndarformaður í StÍF, á heimasíðuni hjá felagnum.