ONGLAND 1. DEILD
Enn eina ferð var føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen millum teir fyrstu ellivu, tá ið Coventry City mikukvøldið spældi á útivølli móti Derby County. Claus var á vøllinum alla tíðina.
Heimaliðið legði seg á odda við máli sum Morten Bisgaard skoraði. Hesin Morten er gamal liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK. Í danska felagnum hevði miðvallarin ilt við at vinna sær fastan sess. Tað tykist ikki at vera trupult hjá honum í Derby.
Coventry javnaði í 2. hálvleiki til endaliga úrslitið 1-1. Málskjútti var ein, sum nevnist Dele Adebole. At fáa eitt stig á útivølli móti Derby verður í Coventry roknað at vera gott úrslit.
Eftir at hann nakrar ferðir fyrst í hesum kappingarárinum var á beinkinum, hevur Claus tær seinastu ferðirnar verið millum teir fyrstu á Coventry liðnum. Venjarin, Micky Adams, tykist hava álit á miðvallaranum, sum harvið fær dystarvenjingina, sum er so týdningarmikil.
Tað er eingin ivi um, at boð fara at verða send eftir Claus Bech Jørgensen, tá ið síðsti landsdysturin í hesi HM undankappingini verður á skránni í Ísrael 8. oktober.










