FILMUR
Birgir Kruse
Í tríati ár var Clark Gable millum best umtóktu stjørnurnar í Hollywood. Tað var í 1938, at hann í skemti varð skírdur »The King«, við krúnu í MGM upptøkuhølunum. Fyri skemtinum stóð hin javnaldrandi Spencer Tracy (1900-67). Senni sama árið skipaði Ed Sullivan fyri atkvøðugreiðslu millum avíslesarar, har best umtókti filmsleikari skuldi finnast og fáa heitið »The king of Hollywood«. Ikki óvæntað vann Clark Gable.
Umframt kenda leiklutin sum Rhett Butler í »Gone with the wind«, spældi Clark Gable í skemtifilminum hjá Frank Capra, »It happened one night« í 1934, sum hann fekk Oscar-virðisløn fyri. Seinasti filmur Gables varð, »The Misfits«, sum John Houston leikstjórnaði í 1960. Her spældi hann saman við kvinnuligu stjørnuni, Marilyn Monroe, men náddi ikki at lesa øll tey góðu ummælini. Kanska tey bestu yvirhøvur. Clark Gable, sum sjálvur leikti øll »stunts« í »The Misfits«, doyði av hjartaslag hin 16. november 1960. Heldur ikki náddi hann at síggja einasta sonin, John Clark, sum varð borin í heim stutt eftir. Mamman var Kay Spreckels, sum hann giftist við í 1955.
Í 1976 varð filmur gjørdur um Clark Gable við heitinum »Gable and Lombard«, har James Brolin hevði mannliga høvuðsleiklutin. Heitið á filminum sipar eftir Carole Lombard, sum Clark giftist við í 1939. »A match made in Heaven«, sum pressan skírdi hesa glæsiligu Hollywoodgiftu. Men lukkan varð knøpp. Lombard doyði í flogvanlukku í 1942.