Clare á Klaksvík

Tann 1. oktobur byrjaði Clare at sigla á Klaksvík. Hvønn týsdag framyvir verður farmaskipið at síggja við kei í Klaksvík

Klaksvík:
Clare fer av Havnini til Klaksvíkar fyrrapartin og av aftur Klaksvík seinnapartin aftur til Havnar. Síðani leggur hon eisini at á Tvøroyri, áðrenn leiðin gongur til Aberdeen.
Heðin Joensen, sølu-og marknaðarleiðari á farmadeildini hjá Smyril Line sigur, at enn er so stutt fráliðið, so tað ber illa til at siga, hvussu tað fer at roynast.
- Men vit vóna sjálvandi, at undirtøkan fyri hesum fer at verða góð, sigur Heðin Joensen.
Hann leggur afturat, at tey sjálvandi fara at eftirmeta hesa leiðina við jøvnum millumbilum, fyri at staðfesta um tað nú er tað rætta og skilabesta at gera. Og fyri at síggja, um tað loysir seg.
Heðin greiðir frá, at tosið um at fáa Clare at sigla á Klaksvík byrjaði longu tá verkfallið var. Men tað hevur tikið langa tíð at fáa nøkur viðurskifti upp á pláss, sum vóru krøv frá reiðarínum, áðrenn Clare kundi taka siglingina upp.
- Men tey viðurskiftini eru so komin upp á pláss nú, og nú fer hetta at standa sína roynd.
Heðin sigur, at tað er torført at siga nakað um gongdina enn, men hann vísir á, at Clare hevur siglt til Suðuroyar í eina tíð nú, og tað hevur víst seg at virkað avbera væl.
- Stuðulin úr Suðuroynni hevur verið sera stórur, og vit vóna, at tað fer at verða tað sama í Klaksvík, sigur hann og vísir samstundis á, at Klaksvík er ein stórur partur av útflutninginum, serliga tá hugsað verður um nógva fiskin.
Koyring í sambandi við siglingina, tað vil siga, at syrgja fyri at vognar eru til taks og annað tílíkt, hevur OCD um hendi.
Men Heðin heldur ikki, at tað átti at merkt so væl hjá flutningsfyritøkum, sum hava koyring til og frá Klaksvík enn.
- Hetta er enn so nýtt, sum sagt, so um flutningurin er minkaður, so er tað helst aðrar orsøkir til tað, metir hann.
- Vit hava valt at hava eina fyritøku til alla koyringina kring landið í hesum sambandinum, tað meta vit at egna seg best, sigur Heðin Joensen, sølu og marknaðarleiðari á Farmadeildini hjá Smyril Line at enda.