Clapson heldur neyvan fram í Føroyum

Klaksvíkingar hildu seg hava fingið ein málverja, tá Paul Clapson kom til landið, men ein slíkan høvdu teir longu, og tí hevur bretin verið partur av KÍ-álopinum seinastu tvey kappingarárini. Tað verður hann tó neyvan í ár. Tosið hevur ljóðað um, at onnur føroysk feløg hava roynt at fáa fatur á spælaranum, men Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, sigur, at Clapson helst ikki heldur fram í Føroyum. - Enn er ikki talan um ítøkilig tilboð. Men tað er sannlíkt, at Clapson fer at spæla í onkrum av grannalondum okkara, sigur Jákup í Stórustovu.