Clapson brúkti høvdið

Tíggju minuttir undan leikloki hevur KÍ lagt seg á odda 2-1 á heimavølli ímóti B71. Málskjútti var Paul Clapson, sum við høvdinum setti bóltin í málið, eftir kiksaða skotroynd hjá Gunnari Nielsen.

B71 spælir við tíggju monnum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð Símun Hansen rikin av vølli, tá ið hann fyri aðru ferð sá gula og harvið reyða kortið.