Thailendski Thaksin Shinawatra hevur stórar ætlanir við Manchester City, og hann er eisini til reiðar at rinda tað, sum ætlanirnar kosta.
Nú sigur hann alment, at gongst sum ætlað verður Ronaldinho millum spælararnar, sum komandi kappingarár spæla í felagnum.
Mark Hughes er júst settur í venjarasessin hjá felagnum, og sambært leiðsluni er Hughes sannførdur um, at Ronaldinho er ein góður styrkur at fáa.