Manchester City mátti síggja seg tapa móti West Ham á Upton Park í tí tíðliga spælda dystinum í Premier League.
Tað var serliga ein vánaligur fyrri hálvleikur sum gjørdi, at tað gjørdist til ein ósigur móti West Ham.
Heimaliðið trýsti og var nógv betri í fyrra hálvleiki, og miðskeiðis í hálvleikinum komu teir eisini á odda 1-0.
Teir vóru eisini nær við 2-0 í fyrra hálvleiki, men fóru til hjálvleiks við einari 1-0 leiðslu.
Í seinna hálvleiki hevur Pellegrini helst tosa við stórum bókstavum við sínar spælarar, tí tað var mest sum eitt hamskift lið, sum kom út til seinna hálvleik.
Manchester Citu hevði eisini tvey skot á stengurnar, men so skoraði West Ham til 2-0. Hendan leiðslan helt tó bert í heilt fáar minuttir, so fekk City eisini eitt mál.
Restina av dystinum trýsti City, uttan tó at fáa nakað mál aftrat.
West Ham-Manchester City 2-1 (1-0)
21. 1-0 Morgan Amalfitano
75. 2-0 Diafra Sakho
77. 2-1 David Silva