City tapt kæru um reytt kort

Tað fekk øði í leikarar, venjarar og viðhaldsfólk hjá Manchester City, tá Vicent Kompany fekk reytt kort í FA Cup dystinum móti Manchester United. Nú hevur enska fótbóltssambandið endaliga staðfest, at talan var um reytt kort.

 

Dysturin í triðja umfari í ensku steypakappingini var bara tíggju minuttir gamal, tá Vicent Kompany taklar bóltin frá Nani. At byrja við sá støðan ikki so álvarslig út og Nani helt áfram sum einki var hent. Men dómarin bríkslar og úr lummanum kemur reyða kortið.

 

Sjónvarpsmyndirnar vísa, at miðverjin er leysur upp frá við báðum beininum, men rakar ikki Nani. Tað eru ymiskar meiningar um reyða kortið, men bæði viðmerkjarar á donsku Kanal 6 og aðrir viðmerkjarar á eitt nú Twitter meta at reytt kort kann væl verjast, tí Vicent Kompany er í leysari luft tá hann taklar. Hinvegin, so metir eitt nú fyrrverandi Premier League dómari, Graham Poll, at gult kort hevði verið rætta revsingin.

 

Taklingin kann síggjast við at trýsta á HER

 

Manchester City valdi at kæra reyða kortið eftir dystin, men hevur ikki fingið viðhald í kæruni. Sostatt skal miðverjin úr Belgia sita uttanfyri komandi fýra dystirnar. Hann fær tríggjar dystir leikbann fyri reyða kortið, og av tí at hetta er annað beinleiðis reyða kortið í hesum kappingarárinum, so verður leikbannið longt við einum dysti.

 

Manchester City liðskiparin missur nú báðar hálvfinalurnar í Carling Cup móti Liverpool, umframt Premier League dystirnar móti Wigan og Tottenham.

 

(Mynd: ITV Sport)