City takkaði Barcelona fyri seinast

Heldur óvæntað vann Manchester City í kvøld á Barcelona

Fleiri dystir hava verið spældir í Champions League kappingini í kvøld.

 

Størsti dysturin á pappírinum var á Etihad leikvøllinum í Manchester, har Manchester City tók ímóti Barcelona. Somu lið hittust fyri tveimum vikum síðani í Barcelona, tá Barcelona vann knúsandi 4-0 stórsigur.

 

Og Barcelona byrjaði dystin í dag beint sum teir sleptu frá heimadystinum. Teir løgdu seg á odda 1-0 tíðliga í dystinum, og sótu sum heild á øllum spælinum fyrstu løtuna. Men so brádliga vendi tað. Eftir eina feilavlevering í Barcelona verjuni, fangaði Raheem Sterling bóltin. Hann legði bóltin yvirum til Ilkay Gundogan sum var komin framvið, og sum fekk javnað til 1-1. Í seinna hálvleiki var talan um eitt hamskift Manchester City lið. Teir vóru frá fyrsta bríksli tá nógv betur enn í fyrra hálvleiki, og tað var eisini fult uppiborið at teir skoraðu til bæði 2-1 og 3-1 undir dystinum við málum frá Kevin De Bruyne og Ilkay Gundogan. 3-1 var eisini endaliga úrslitið.

 

Av øðrum dystum vunnu Paris Saint Germain, Arsenal og Bayern Munchen sum væntað í teirra dystum.

 

Úrslitini í kvøld:

 

Bólkur A:

Basel – Paris Saint Germain 1-2

Ludogorets – Arsenal 2-3

 

Bólkur B:

Besiktas – Napoli 1-1

Benfica – Dinamo Kiev 1-0

 

Bólkur C:

Monchengladbach – Celtic 1-1

Manchester City – Barcelona 3-1

 

Bólkur D:

Atletico Madrid – FC Rostov 2-1

PSV – Bayern Munchen 1-2