Tað gekk ikki hjá oddaliðnum Arsenal, sum tíðliga seinnapartin vitjaði í Manchester. City var vertur, og eftir framúr undirhald sendu teir ljósabláu gestirnar suður aftur til London við 6-3 tapi í viðførinum. Seks tær undanfarnu ferðirnar hava sjey mál verið skorað í innanhýsis uppgerðum millum hesi bæði ensku stórfeløgimi. Í dag var talan um níggju mál, og tað tað alla tíðina var intenst og hendingarríkt.
Arsenal svaraði aftur, tá ið ein hálvur tími var farin, eftir at Sergio Agüero í 14. minutti hevði lagt heimaliðið framum. Serliga fyrsta hálva tíman var heimaliðið greitt omaná, men eftir persónligt mistak í heimaverjuni fekk Arsenal høvdið eitt sindur fyri seg.
Fernandinho økti um leiðsluna tíðliga í 2. hálvleiki, og tá tóktist alt at vera avgjørt. Arsenal fall tó ikki í fátt, og tá ið Theo Walcott, sum eisini hevði skorað fyrra málið, minkaði um munin við hegnisligum skoti, og Arsenal haraftrat hevði fleiri góðar møguleikar, var tað heilt spennandi.
Men spenningurin helt sær bara í tríggjar minuttir. So økti David Silva um heimaleiðsluna, og síðstu lítlu løtuna komu trý mál aftrat: Fernandinho økti til 5-2 tveir minuttir, áðrenn vanliga leiktíðin var farin, og í eykatíðini skoraðu liðini hvør sítt mál. Per Mertesacker minkaði um munin til 5-3, og Yaya Touré staðfesti trivaliga heimasigurin, sum ber við sær, at Manchester City – fyribils í hvussu so er - er næstfremst við 32 stigum og harvið er trý stig aftanfyri Arsenal, sum tollaksmessudag skal stríðast ímóti grannunum í Chelsea.
Næst á talvuni eru Liverpool og Chelsea, sum hava 30 stig. Chelsea fær seinnapartin vitjan av Crystal Palace, og Liverpool fer seinnapartin í morgin til London at hitta Tottenham, sum er á sætta plássi við 27 stigum.