Manchester Ciyu hevur fingið bót á 440 milliónir krónur og ein minkaðan hóp á 21 leikarar til Champions League fyri brot á Financial Fair Play reglurnar hjá UEFA.
Tað hevur leingi ligið í luftini, at Manchester City fór at fáa hesa revsingina fyri brot á Financial Fair Play reglurnar hjá UEFA, og nú er tað so staðfest.
Eitt annað, sum City hevur fingið álagt, er, at teir í mesta lagi kunnu handla fyri 440 milliónir krónur í flutningsvindeyganum í summar, umframt sølupening fyri leikarar.
Enn eitt er, at lønarupphæddin má ikki fara upp um tað, hon er í hesum júst farna kappingarari.
Eitt annaðfelag, Paris Saint Germain, hevur fingið somu bót og somu áleggingar, sum City.
Ein fráboðan frá Manchester City sigur at felagið einans brúkti 21 leikarar í hesum Championa League kappingarárinum, teir høvdu ongar ætlanir um at brúka meira enn 440 milliónir krónur í keypspeningi í summar, og at teir roknaðu við, at lønarútreiðslurnar fóru at lækka komandi kappingarár kortini.