City rakk ikki oddaplássinum

Tað hevur verið ein sera turbulent vika hjá Manchester City við rumbli um Carlos Tevez, sum vildi sleppa burtur úr felagnum og enntá hótti við at steðga fótbóltskarrieruni.

 

Men í dag tók Tevez so transfer umbønina aftur, og so skuldi friður valda í felagnum. Og við »the prodigal son« aftur sum felagsmanni stóð City við sera góðum kortum at vinna dystin móti Everton og harvið leggja seg á odda í Premier League.

 

Men tað gingu minni enn 20 minuttir, so var City aftanfyri 0-2, og sjálvt um teir høvdu so at siga alt spælið í dystinum, og sjálvt um Phil Jagielka gjørdi sjálvmál í seinna hálvleiki, so vann Everton dystin 2-1.

 

Skjótu málini, sum Tim Cahill og Leighton Baines gjørdu, vóru nóg mikið til, at Everton, sum bert lá á 15. plássi, vann dystin.