City og Arsenal drøna víðari – Gerrard slapp við skrekkinum

Premier League: Ongin sær út til at kunna steðga Manchester City, sjálvt um Erling B. Haaland ikki skoraði

Fyrstu dystirnir í 2. umfari í Premier League hava verið í dag. Fyrsti dysturin var millum gomlu kappingarnarneytarnar Steven Gerrard og Frank Lampard, sum eru venjarar hjá ávikavist Aston Villa og Everton.

 

Báðir hava verið undir trýsti. Steven Gerrard tí hann ikki hevur megnað at lyft Aston Villa eftir eina góða byrjan, og tølini undan dystinum í dag vóru neyvt tey somu, sum Gary Neville megnaði í Valencia, tá hann bleiv gúppaður út og svertaður til. Everton var í niðurflytingarvanda farna kappingarár, tá vónirnar vóru til meira.

 

Aston Villa vann dystin 2-1, men Everton var um reppið at leggja seg á odda, men málið bleiv dømt fyri rangstøðu. Tá so Aston Villa var komið upp á 2-0, so minkaði Everton fyrst um munin, og mundi javnað. Nú kann Steven Gerrard sova eitt sindur betri.

 

Manchester City vann greitt aftur í dag. Ilkay Gundogan, Kevin De Bruyne, Phil Foden og innskifti Julian Alvarez skoraðu málini. Arsenal hevur eins og Manchester City fult stigatal eftir tvey umfør. Stóri spælarin var Gabriel Jesus, sum skoraði tvey tey fyrstu málini í 4-2 sigrinum á Leicester.

 

Brighton og nýríka Newcastle spældu málleysan javnleik, Leeds United var á odda, men fekk bara eitt stig við úr suðuronglandi móti Southampton og hvørki Wolverhampton ella Fulham skoraðu í innanhýsis uppgerðini.