City of Angels

Eru einglar til í veruleikanum?

Um tú skal trúgva City of Angels eru einglar menn, ílatnir síðar svartar frakkar, sum ganga her og mala og halda eyga við okkum. Ósjónligir fyri menniskju, lurta teir eftir tonkum okkara, troysta okkum í neyðarinnar stund og heinta tey, ið doyggja skulu og fylgja teimum seinasta strekkið. Teir kunnu hyggja og undrast, men teir kunnu hvørki smakka, føla, gráta - ella elska.

?Hesar eru eisini treytirnar, sum eingilin Seth (Nicolas Cage) má finna seg í, til hann fær uppgávuna at heinta eitt lítið barn, sum júst er skorið av hjartaskurlæknanum Maggi (Meg Ryan). Tá Seth sær, hvussu Maggie tekur skylduna á seg, at operatiónin miseydnaðist, fær hann kenslur fyri hesum.

Og hann verður so upptikin av hesum, at Maggie leggur tað til merkis - og hann verður meira og meira skotin í henni.

Afturat hesum setir ein annar sjúklingur á sjúkrahúsinum hjá Maggie seg í samband við Seth. Tað er tann miðaldrandi Messinger (Dennis Franz), sum má viðganga, at hann er ein fallin eingil og sigur, at einglar í veruleikanum hava eitt val. Við at gjalda við ódeyðiligleikanum kunnu teir velja jarðarlívið við øllum tí, ið tað inniber og líðing og pínu. Teir kunnu velja kærleikan - men harvið eisini deyðan.