Miðvallarovastin hjá Manchester City, Joey Barton, bleiv í gjár handtikin av ensku løgregluni. Hann er skuldsettur fyri harðskap ímóti viðleikaranum, Ousmane Dabo. Barton og Dabo kom í síðsta mánaða upp at táttast undir venjing, og tað endaði við, at Dabo lá afturá. Hann fekk skaða á nethinnuna í eyganum, og hereftir tískil at melda Joey Barton. Umframt at verða handtikin, fekk Barton eftir hendingina revsing frá felagnum. Hann fekk nevniliga leikbann, tað, ið eftir var av kappingarárinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð at fyrrverandi enski landsliðsleikarin er handtikin fyri harðskap.