City helt lív í vónini

Manchester City tók ímóti Chelsea í ensku Premier League fyrr í dag.

 

City vóru pískaðir til at vinna, fyri at kunna halda lív í vónini at endurvinna meistaraheitið. Hevði City tapt í dag høvdu verið 15 stig upp til Manchester United.

 

Ta einu løtuna tíðliga í seinna hálvleiki var heimaliðið í ringum skørum, tá málverjin hjá City, Joe Hart gjørdi brotsspark. Frank Lampard fekk høvið at skjóta mál nummar 200 fyri Chelsea, men Joe Hart bjargaði meistarliga.

 

Eftir hetta kom City á slóðina aftur, og við góðum málum frá Yaya Toure (63) Carlos Tevez (85) eydnaðist tað teimum ljósabláu at halda lív í meistaraskapsvónini.

 

11 umfør eru eftir í Premier League.

 

Støðan í oddinum :

 

1 Man Utd 27 +33 68 stig

2 Man City 27 +26 56 stig

3 Chelsea 27 +25 49 stig

4 Tottenham +26 14 48 stig

5 Arsenal 27 +22 47 stig

6 Everton 27 +7 42 stig

7 West Brom 27 +2 40 stig

8 Liverpool 27 +15 39 stig

9 Swansea 27 +4 37 stig