Manchester City vann í gjár finaluna í Liga Cup. Hetta er fjórða árið upp í slag, at Manchester City vinnur tí minnu steypakappingina í Onglandi. Pep Guardiola og hansara menn vunnu 1-0 á Tottenham.
Manchester City var leikliga omaná og tað var uppiborið, at komandi meistararnir í Onglandi vunnu dystin. Teir høvdu væl fleiri skot á mál og onkra løtu var Hugo Lloris Tottenham góður í málinum. Átta minuttir fyri tíð fekk hann einki gjørt, tá baskiski miðverjin hjá Manchester City, Aymeric Laporte, stútaði eitt frísparksinnlegg frá Kevin De Bruyne í málið.
Júst Aymeric Laporte var eitt sindur umstríddur í dystinum, tí hann kundi havt fingið tvey gul kort. Tvær ferðir megnaði hann ikki at fylgja skjóta brasilska miðvallaranum hjá Tottenham, Lucas Moura, og gjørdi fríspark. Fyrru ferðina slapp hann við átalu, men fekk gult aðru ferð. Her halda fleiri, at málskjúttin var heppin at sleppa við átalu fyrru ferð.
Tottenham er eitt sindur í upploysn, eftir at José Mourinho blriv koyrdur og felagið sær ikki út til at hava funnið leist, ið kann geva felagnum eitt steyp. Tí bleiv eisini tosað nógv um Harry Kane, og um hann ikki skal finna sær eitt nýtt felag, so hann kann vinna steyp.
##med2##