City Church skipar fyri Empower ’25 í Lívdini

- Empower '25 byrjaði við stíli í gjárkvøldið, siga tey í samkomuni, City Church

 

City Church hevur í fleiri ár skipað fyri kvinnustevnu, og tað er altíð fantastiskt, siga tey í samkomuni. 

 

Stevnan Empower ’25 byrjaði í gjárkvøldið, og tað eru kvinnur úr øllum landinum, sum eru saman í tveir dagar.

 

- Aftur í ár er tiltakið í Lívdini, og her hava fyrireikingar verið í gongd seinastu dagarnar.

 

Í City Church siga tey, at Empower '25 byrjaði við stíli í gjárkvøldið. 

 

- Vit lovaðu Jesusi saman og gleddust saman í systurfelagsskapi!   

 

Samkoman takkar Mariu Summers Nolsøe fyri at seta stevnuna so vakurt í gongd.

 

- Vit takka eisini Hjørdis Háberg Petersen og Dr. Lavanya Dua fyri sterk og uppmuntrandi orð!

 

##med2##

 

Í morgun byrjaðu tey dagin í Lívdini við morgunfimleiki og einum frískum anda, sum tey í City Church taka til.

 

- Síðan fingu vit ein góðan og djúpan boðskap frá Dr. Lavanya Dua, sum veruliga setti tónan fyri dagin.

 

Í City Church leggja tey aftrat, at tey gleða seg til alt tað, sum er eftir av skránni fyri dagin og kvøldið á Empower '25.

 

##med3##