City bjóðar 820 mió. fyri Kaka

Stendur tað til eigararnar hjá Manchester City, spælir heimsins besti fótbóltsspælari 2007, brasilski Kaka, við Eastlands liðnum frameftir.

 

Fleiri ensk dagbløð skriva ? harímillum seriøsar tíðindastovur sum BBC og Sky Sports ? at Manchester City hevur bjóðað AC Milan 100 milliónir pund, svarandi til dagskurs 818 milliónir krónur, fyri brasilsku stjørnuna.

 

Umboðsmaðurin hjá Kaka, Diogo Kotscho, ávarar Manchester City og sigur, at felagið má prógva, at teir hava tað, sum skal til fyri at gerast eitt toppfelag.

 

Fyri at góðtaka Manchester City, má felagið prógva, at tað hevur tað sum skal til. Kaka skiftir ikki fyri pengar eina, sigur Kotscho við Corriere dello Sport, sambært skysports.com.

 

Ricky ynskir eitt sterkt felag. Hann fer ongantíð at gera sum Robinho og skifta bara fyri pengarnar skuld, helt Kotscho fram.

 

AC Milan hevur alla tíðina hildið fast við, at teir ikki selja Kaka, líka mikið hvat, men eitt slíkt tilboð hevur ongantíð verið á borðinum, og spurningurin er, um felagið hevur ráð at siga nei, skrivar skysports.com.