Av teimum 183 nýggju akførunum, sum eru seld fyrsta mánaðin í ár eru flestu bilarnir av slagnum Citroën.
Seinastu árini hevur Citroën kappast um fremsta plássið við Toyota, ið sum oftast liggur ovast – og tað gjørdi Toyota eisini í fjør. Av teimum seianstu 10 árunum hevur Toyota ligið fremst, uttan í 2015 og í 2013, tá Citroën var mest seldi bilur.
Les eisini: Toyota er mest seldi bilur í fjør
Higartil í ár eru seld fimm akfør færri, enn í janauarmánaði í fjør, 183 í mun til 188. Men tað eru seldi júst líka nógvir persónbilar í januarmánaði í ár sum í januarmánaði í fjør, 139 bilar.
Á listanum niðanfyri síggjast 10 tey mest seldu bilmerkini higartil í ár:
Bilmerki | Akf.tal |
CITROEN | 24 |
NISSAN | 20 |
TOYOTA | 20 |
VOLKSWAGEN | 16 |
FORD | 15 |
MITSUBISHI | 11 |
HONDA | 9 |
VOLVO | 9 |
MAZDA | 7 |
PEUGEOT | 7 |
|
|