Citroën Evasion verður gjørdur í Frankaríki, á somu verksmiðju sum Fiat Ulysse, Peugeot 806 og Lancia Zeta. Hesir fýra MPV bilarnir eru næstan eins, men smávegis munur á designinum, gevur teimum hvør sín identitet
?????????????????
Bilar
Magnus Gunnarsson
??????????????????
Navnið Evasion er franskt og merkir nakað við fríløtuarbeiði ella ítriv. Tað kann av sonnum sigast um hendan bilin, sum man næstan kann brúkast til hvat sum helst. Til ber at hava frá einum setri, og heilt upp í átta sitipláss, um man hevur brúk fyri tí. Eisini kunnu framsetrini snarast 180 stig. Tað at dúrkið er heilt slætt yvir allan bilin, ger at tað er sera lætt at koma runt í bilinum, onki við at smekka beinini í hondbremsuna ella gearstongina.
Gott útsýni
Sum á flestu MPV bilum, er hesin lættur at koma inn og úr, man situr høgt og útsýnið er gott allan vegin runt, og fáir blindvinklar. Setrini eru stútt, samstundis sum tey eru góð at sita í. Hóast Evasion ikki hevur hydrauliska fjaðraskipan, sum teir størru Citroën bilarnir eru kendir fyri, er hann sum ein eyðkendur franskur bilur at koyra. Koyrieginleikarnir eru heilt í topp, og hann er óvanliga lættur at koyra við í býnum, eins og á longri túrum millum bygdir.
Orkusparandi og ljóðleysur
Fyrr var ein dieselmotorur samsvarandi við nógvan larm, svartan royk og lítið og onki upptrekk. Men nú er vent í holuni hesum viðvíkjandi. Hesir nýggju HDI motorarnir seta heilt nýggjan standard fyri at vera orkusparandi, kvikir og ljóðleysir. Satt at siga, merkist tað næstan ikki at bilurin er diesel. Bilurin vit hava fyri okkum her, er ein 2.0 HDI við 110 hk við common rail innspræning. Tað at dysurnar við brennievninum verða stýrdar elektrohydrauliskt, og eru teldustýrdar, ger at blandingin av luft og brennievni altíð er optimal, og luftdálkingin verður so lítil sum til ber.
Standardútgerð
Av standardútgerð kann til dømis nevnast servostýring, ABS-bremsur, dupultar airbag, trygdarkabina, barnatryggar dragihurðar á síðunum, nakkastúttur á øllum setrunum, el-hita í framsetrunum, fjarstýrt sentrallás, heilautomatiskt klimaanlegg og flúgvaraborð á stólarygginum á framsetrunum.
Citroën Evasion 2.0 HDi
Motorurin 2.0 litur 4 syl. diesel 110 hk
0-100 km/t 14,8 sek
Oljunýtsla 14,9 km/l
Dekkstødd 205/65-15
Stødd og vekt
Longd 445,4 cm
Breidd 181,8 cm
Hædd 171,4 cm
Eginvekt 1625 kg
Totalvekt 2400 kg
Viðførisrúm 340 / 2100 litrar
Prísur kr. 330.000,-
Søluumboð: Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tlf. 313666