CISV-tiltak í Læraraskúlahøllini

   

Sunnudagin kl. 12.30 skipa vit fyri einum tiltaki, sum vit kalla "Fráfaringarfagnaður" út í Læraraskúlahøllini. Tá børnini eru á CISV-legum kring knøttin, hava tey eitt Tjóðarkvøld har tey umboða land sítt. Endamálið við fráfaringarfagnaðinum er, at børnini kunnu vísa nakað at tí tey framføra tá. CISV-kórið verður eisini at hoyra hendan dagin. Um tit hava hug eru tit vælkomin at taka nakrar myndir til blaðið. Um tit vilja vita meira um C.I.S.V. og tiltakið, so kunnu tit ringja til Óla Rubeksen tel: 328013

Vinarliga

Foreldrabólkurin hjá børnunum sum skulu til Frankaríki