Cirkus Cigör góð ummæli

Cirkus Cigör, sum kemur til Føroya at hava framførslu 26. juni, hevur fingið sera góð ummæli í Grønlandi og í Íslandi

Serliga sirkusi, Cirkus Cigör, sum skal hava framførslu í Høllini á Hálsi 26, juni klokkan 20, hevur fingið sera góð ummæli á ferð teirra í Grønlandi og í Íslandi.

Sirkusi hevði sýning 17. juni, tjóðardag íslands, og vóru sera nógv fólk til framførsluna. áskoðararnir tóku eisini sera væl undir við hesum sjáldsama sirkusi, ið als ikki er nakað vanligt sirkus. Talan er heldur ikki um sjónleik, musical, ella nakað líknandi, men heldur um ein spennandi og makaleysan blanding av øllum hesum. Fyrireikararnir siga, at tey vóna at síggja nógvir føroyingar í Høllini á Hásli 26. juni.