Fyri 10. ferð vitjar Cirkus Baldoni í Føroyum. Cirkus Baldoni var fyrstu ferð á okkara leiðum í 2003, og síðani 2007 hevur danska sirkussið vitjað á hvørjum ári.
Í ár hevur sirkussið 11 framførslur í 11 ymsum bygdum. Framførslurnar verða sýndar í tíðarskeiðnum 29. august-9. september.
Úr Danmark ljóðar, at talan er um bestu framførslu higartil. Greitt verður frá, at sirkussið leggur dent á, at framførslurnar ikki verða ov drúgvar, og at listafólkini í framførsluni vísa, at tey elska at framføra.
Cirkus Baldoni telur listafólk úr Etiopia, Mongolia, Russland, Sveis og Danmark.










