Danska flogfelagið Cimber Sterling er farið á húsagang. Tað ber í sær, at allar flogferðir hjá felagnum eru avlýstar, og at umleið 600 starvsfólk missa arbeiðið.
Í seinasta roknskapinum var rakstrarhallið hjá Cimber Sterling 81,5 milliónir krónur, og eginpeningurin er negativur við 82,5 milliónum krónum. Fyri einari góðari viku síðani samtykti aðalfundurin at hækka partapeningin við 300 milliónum krónum, men í morgun legði nevndin kongin.
Cimber Sterling eigur 26 flogfør.