Herfyri var ungi VB-spælarin, Adrian Ciezlewicz, á venjingaruppihaldi í enska stórfelagnum, Liverpool. Eftir øllum at døma vóru teir í Mersyside-felagnum sera væl nøgdir um tað, sum teir sóu. Teir hava í øllum førum biðið um, at spælarin kemur til felagið eina ferð afturat.
Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, váttar eisini, at so er, men hann dugir ikki við vissu at siga, júst nær Adrian fer aftur til Onglands.










