Enska fótbóltssambandið hevur valt Adrian Cieslewicz sum ein teimum fimm bestu leikarunum í triðja umfarið í ensku steypakappingini, FA Cup. Møguleiki er at velja besta leikaran í triðja umfari á heimasíðuni hjá enska fótbóltssambandinum.
Við frálíkum máli eydnaðist tað Adrian Cieslewicz at tryggja Wrexham umdyst móti Brighton, sum spælir í næst bestu deildini í Onglandi, meðan Wrexham er at finna í fimt bestu deildini.
Við støðuni 1-0 til Brighton á teirra heimavølli sá einki út hjá non-league liðnum, men við einum frálíkum máli, har Adrian rak millum tveir verjuleikarar og smekkaði bóltin í málið, tryggjaði hann felagi sínum ein umdyst á heimavølli.
Til ber at atkvøða HER
Tú kanst atkvøða fram til 20. januar. Vinnarin fær umfarmt steyp, eisini eina serliga innbjóðing til sjálva finaluna.
Hinir fýra á listanum eru Hatem Ben Arfa(Newcastle), Arnaud Mendy(Macclesfield Town), Matt Phillips(Blackpool) og Matt Ritchie(Swindon Town).
Andrian Cieslewicz er 21-ára gamal og kann spæla á flestu framrættaðu plássinum. Hann er serliga kendur fyri sín skjótleika. Hann hevur eins og eldri beiggin, Lukasz Cieslewicz, sum spælir í B36 og gjørdist ársins leikari í føroyskum fótbólti í 2011, víst áhuga fyri at umboða Føroyar.??
Hann spældi eins og Christian R. Mouritsen við Manchester City sum yngri. Á summri 2009 skifti hann til Wrexham. Pápi Andrian Cieslewicz er Robert Cieslewicz, sum sambært faroesoccer.com, spældi í føroyum frá 1999 til 2004 har hann umboðaði ÍF, VB og Sumba.??
(Mynd: BBC: Adrian Cieslewicz(t.v) fegnast um útjavnandi málið)










