CIA visti at Bush leyg

Amerikanska fregnartænastan visti, at einki hald var í tí, sum George W. Bush, forseti, segði um kjarnorkuvápnaætlanina hjá Saddam Hussein.

Tað var í einari røðu fyri amerikansku tjóðini tann 28. januar, at George W. Bush, forseti, segði, at Irak var í ferð við at gera eina kjarnorkubumbu, og at Saddam Hussein hevði roynt at keypa ríkað uran úr afrikanska landinum Niger.

Fregnartænastuupplýsingarnar, sum Bush nýtti í røðuni, fingu fleiri amerikanarar at taka undir við ætlan forsetans um at fara í kríggj við Irak, men nú vísir tað seg, at upplýsingarnar vóru ósannar.

Washington Post skrivaði fyrradagin, at áðrenn forsetin helt ta týdningarmiklu røðuna, visti fregnartænastan CIA, at upplýsingarnar um, at Irak hevði roynt at keypa ríkað uran úr Niger, vóru ósannar. Men CIA kunnaði ongantíð Hvítu Húsini um tað.

Washington Post og aðrir amerikanskir fjølmiðlar siga, at hetta styrkir illgrunan um, at CIA gekk ørindi fyri forsetan, og at Hvítu Húsini bara fingu tær upplýsingarnar, sum tæntu krígsætlan forsetans.

Samstundis hava amerikanskir og bretskir fjølmiðlar avdúkað, at bæði Bush og Tony Blair nýttu sínar politisku vøddar til at fáa fregnartænasturnar at skriva frágreiðingar, sum gjørdu alt ov nógv burtur úr vápnunum hjá Irak.

Í Bretlandi skulu hesi viðurskiftini kannast, men tað hendir neyvan í USA. Mikudagin eydnaðist tað floksfeløgunum hjá Bush í Kongressini at steðga einari tilsvarandi kanning har. Tað hevur øst demokratisku andstøðuna, sum leggur forsetan og stjórnina undir at hava falsað upplýsingar um iraksku vápnini.