CIA gjørdi óhugnalig mistøk

Tann serliga fregnartænastunevndin hjá amerikanska Senatinum hevur nú latið frá sær eina 6.000 síður drúgva frágreiðing um virksemið hjá fregnartænastuni CIA tey árini, George W. Bush var forseti.

Forkvinnan í nevndini, Dianne Feinstein, sigur, at CIA gjørdi fleiri óhugnalig mistøk í sambandi við fangar, sum tænastan hevði umsjón við. Hetta var millum annað galdandi, at tá fangar blivu avhoyrdir. Nevndin hartar eisini CIA fyri at hava flutt fangar til ymisk lond, har roynt varð at noyða teir at koma við upplýsingum.

Kanningin byrjaði fyri hálvum fjórða ári síðani, og hesi árini hava kanningarfólkini lisið seks milliónir síður við viðkomandi upplýsingum.

Republikanski senatorurin John McCain, sum hevur funnist hvassliga at framferðini hjá CIA, sigur, at vónandi kann frágreiðingin sannføra amerikanarar um, at viðferðin, sum fangar fingu frá CIA, var einki minni enn ein skomm fyri amerikonsku tjóðina.