Nýggi týski uttanríkisráðharrin, Frank-Walther Steinmeier, rør nú uppundir, at amerikanska fregnartænastan CIA breyt týska lóg, tá hon tók týska ríkisborgaran Khaled el-Masri og flutti hann til eina amerikanska fangalegu í Afghanistan. CIA burturflutti el-Masri á markinum ímillum Serbia og Montenegro í desember í 2003, men fimm mánaðir seinni lótu amerikanararnir hann leysan uttan at greiða honum frá, hví hann hevði sitið fangi. Hann fekk heldur onga umbering.
Týskir fjølmiðlar hava leingi spurt, hvat táverandi týska stjórnin visti um málið við Khaled el-Masri. Tað hevur ljóðað, at táverandi innanríkisráðharrin, Otto Schilly, varð kunnaður um málið í mai í fjør, men at hann fekk munnkurv.
Men sambært nýggja uttanríkisráðharranum fingu týskararnir einki at vita frá amerikonsku myndugleikunum fyrr enn í juni í fjør ella ein mánað eftir, at el-Masri var latin leysur. Tað vil við øðrum orðum siga, at amerikanararnir høvdu rænt og burturflutt ein týskan ríkisborgara og havt hann í varðhaldi í fimm mánaðir uttan at kunna týskar myndugleikar um tað, sigur Steinmeier.