Skjøl, sum grønlendska útvarpið hevur fingið fatur á, vísa, at CIA-flogfør brúktu ikki bara tann eina flogvøllin í Grønlandi Í sendingini, sum danska kringvarpið gjørdi um fangaflutningin hjá CIA, kom fram, at CIA-flogfør høvdu millumlent í Narsarsuaq í Suðurgrønlandi fleiri ferðir.
Nú hevur grønlendska útvarpið fingið fatur á skjølum, sum vísa, at flogfør í CIA-ørindum brúktu eisini flogvøllin í Kangerlussuaq.
Sambært skjølunum millumlendu CIA-flogfør har í juni í 2003, í august í 2006 og í januar í fjør.
Tað fyrsta flogfarið lendi í Kangerlussuaq tann 18. juni í 2003. Skjølini vísa, at tað hevði millumlent í Reykjavík áðrenn, og at tað fór úr Grønlandi til Kanada. Tveir dagar frammanundan hevði flogfarið flogið úr Aserbajdsjan til Rumenia, sigur KNR.










