Chrysler og Fiat samstarv

Samráðingar eru í hesum døgum um møguligt samstarv millum italiensku Fiat og Chrysler í USA. Italskir og amerikanskir fjølmiðlar skriva í hesum døgum nógv um eitt møguligt samstarv millum Fiat og Chrysler, meðan partarnir samráðast.

Sambært fjølmiðlunum er uppskot frammi um Chrysler fær atgongd til smærri plattformar og teknologi frá Fiat til framtíðar bilar hjá Chrysler.

Ein av møguleikunum sum verður nevndur er at retrobilurin Fiat 500, sum verður gjørdur í Pólandi, eisini skal framleiðast á eini Chrysler verksmiðju í Mexico og onkur modell hjá Alfa Romeo skulu framleiðast á Chrysler verksmiðjum í USA og Kanada.

Fiat stjórin Sergio Marchionne sigur við fjølmiðlarnar at eitt komandi samstarv teirra millum verður til fyrimun fyri báðar partar, serliga tí Fiat og Chrysler í løtuni gera so ymisk sløg av bilum.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum