Summar Festivalurin kunnger í dag, at poppsangarin Christopher spælir á festivalinum í august.
Christopher Nissen, sum vaks upp í Kastrup, byrjaði at spæla gittar og skriva sangir, longu tá ið hann var 12 ára gamal. Tá ið hann gekk í miðnámsskúla gjørdi hann ófráboðaða vitjan á skrivstovuni hjá plátufelagnum EMI í Keypmannahavn. Har spældi hann nakrar sangir fyri teimum og fekk ein sáttmála upp á standandi fót.
Í 2011 kom fyrsti sangurin hjá Christopher á marknaðin, og Against All Odds streyk inn á hitlistarnar. Tað gjørdi annar sangurin í røðini, Nothing In Common, eisini. Tá ið fyrsta útgávan Colours kom á vári í 2012, kundi Christopher staðfesta, at hann hevði fingið fótin fyri seg sum poppsangari.
Síðani hevur tað gingið støðugt frá hjá evnaríka sangaranum við ljósu røddini, sum eisini hevur vunnið út um Danmark við sínum tónleiki. Fyra teir seinastu sangirnir hjá Christopher, sum eru av útgávuni Closer, eru útgivnir á altjóða marknaðinum.
Nú kemur Christopher til Føroya at hava konsert á Summar Festivalinum, sum verður hildin 10. til 12. august.