Á hvørjum ári á jólum verða millum sjey og átta milliónir skógvaeskjur latnar børnum í 130 londum, og eisini úr Føroyum fara túsundtals av hesum serligu jólapakkunum.
Hetta sjálvbodna arbeiði gongur undir heitinum Christmas Child, og tað eru bæði fólk og felagsskapir í USA og fleiri europeiskum londum, sum eru við.
– Í ár eydnaðist okkum at fáa 5.230 skógvaeskjur inn í Føroyum, og tað eru vit sera takksomu fyri, sigur Miriam Rasmussen, sum er ein av teimum, sum er við til at fyrireika Christmas Child í Føroyum.
Hoyr samrøðu við Miriam við at trýsta á pílin undir myndini.