Fríggjadagin fara allar tær innsavnaðu jólagávurnar hjá Christmas Child av landinum.
Í fjør vóru 1760 skógvaeskjur sendar av landinum, meðan talið í ár nærkast teimum 3.000. Hósdagin vóru eskjurnar pakkaðar og settar á plattar hjá Skipafelagnum. Tá var talið 2848. Fyrireikararnir siga, at møguliga koma nakrar eskjur afturat.
Skógvaeskjurnar eru komnar úr umleið 30 ymiskum støðum kring landið. Primert eru tað skótar og sunnudagsskúlar, ið hava latið gávurnar, siga fyrireikararnir.