Christina Meisner í Havnar kirkju

Leygardagin 6. apríl klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við týska cellospælaranum Christina Meissner.

 

Christine hevur útbúgving frá Franz Liszt konservatroiinum í Weimar, har hon í fleiri ár hevur virkað sum lærari í cellospæli. Hon var við til stovna tónleikabólkin »Klangwerkstatt Weimar«, sum serliga hevur fingist við at spæla nútíðartónleik.

 

Í samband við hetta hevur hon arbeitt saman við fleiri týdningarmiklum tónasmiðjum. Hetta vísir seg eisini í hennara solokonsertum. Hennara innlivan í nútíðartónleik ger, at hon dugir at geva víðari hesi nýggju tónleikaverk so at tey vera spennandi og áhugaverd at lurta eftir.

 

Sum leiðandi tónleikari hevur hon havt sínar egnu konsertseriir í Weimar og hon hevur spælt í fleiri av teim størstu kirkjunum í Týsklandi, í Berliner Philharmonie og Gemälde Gallerie í Dresden.

 

Skráin leygardagin hevur sum yvirskrift »Nátt og vindur – celloin einsamøll«. Á skránni eru eitt stykki av Bach og annar verk av tónasmiðum frá 20. árhundraðinum.