Hesar komandi dagarnar fer Christianskirkjan í Klaksvík at verða brúkt til annað virksemi enn bert gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur.
Longu í annaðkvøld verður fyrsta tiltakið í so máta, tá eitt serstakt kvøld fyri pør verður á skránni.
Tiltakið byrjar við einum stuttum fyrilestri um, hvussu eitt parlag kann varðveitast í einum strongdum gerandisdegi.
Síðani verður filmur ?Fireproof? vístur. Filmurin snýr seg um eitt par, ið hevur trupulleikar í hjúnalagnum.
Eisini verður ein góður drekkamuður at fáa í annaðkvøld.
Annað øðrvísi tiltakið í Christianskirkjuni er ein hugnaløta um bókmentir.
Henda hugnaløtan verður fríggjadagin 4. mars kl. 15, tá sóknarpresturin á Viðareiði, Elsa Funding fer at greiða frá bíbliutýðingum.
Eins og gudstænasturnar í kirkjuni eru tað, eru hesi bæði tiltøkini eisini almenn.










