Christiansborg í ljósloga

Í sambandi við, at tað eru hundrað ár, síðani grundarsteinurin varð lagdur, verður nógv gjørt burturúr, eitt nú hevur slottið í kvøld verið upplýst á serligan og sjáldsaman hátt Í kvøld er ikki nógv virksemi á Christiansborg í Keypmannahavn, men harfyri hevur stóra slottið í miðdeplinum í danska høvuðsstaðnnum verið lagt serliga væl til merkis í kvøld.

Orsøkin er tann, at slottið heldur 100 ára føðingardag. Í tí sambandinum er ein rúgva av ljóskastarum settir á slottið, sum er meiri upplýst, enn tað nakrantíð er, tá ið virksemið er upp á tað mesta.

Christiansborg hýsir einum stórum parti av miðvaldinum í Danmark. Fólkatingið heldur til á slottinum, og tað ger forsætismálaráðið eisini. Hægsti rættur hevur høli á Christiansborg, og kongshúsið hevur ein part av slottinum. Umboðanarhølini hjá drotningini eru har, og tey verða nýtt eitt nú, tá ið drotningin hevur móttøku. Slotskirkjan er eisini á Christiansborg, og har er eisini mesti parturin av ríðibananum, sum hann verður nevndur.

Merkisvert við Christiansborg er tað, at slottið tvær ferðir er brunnið. Har var stórur eldur í 1794 og aftur í 1884. At fleiri stóreldar hava herjað ber við sær, at tað eru byggisnið frá trimum tíðarskeiðum, sum eyðkenna Christiansborg.

Tað var Fríðrikur 8. kongur, sum 15. november 1907 legði grundarsteinin undir triðja Christiansborg slottinum. Tað tók 20 ár at byggja slottið, sum stóð liðugt í 1928.

Í morgin verður slottið aftur fult av politiskum og rættarligum lívi.

Í sambandi við 100 ára dagin verður skipað fyri serligari framsýning í hølunum hjá drotningini. Framsýningin er opin fram til 30. desember.