Tann seinasta heita transfer-søgan er, at portugisiska superstjørnan, Christiano Ronaldo flytur úr Real Madrid til franska høvuðsstaðarfelagið, Paris Saint Germain, sum hevur fingið grønt ljós frá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA at brúka nógvan pening til spælarakeyp aftur.
Kenda franska fótbóltsblaðið "France Football", sum hevur skipað fyri "Ballon d´or" veit at siga, at umboð fyri Real Madrid og Paris Saint Germain hava havt samráðingar. Blaðið skrivar, at forsetin í Real Madrid, Florentino Perez hitti umboð fyri PSG á samráðingarfundum, sum vóru í Katar í fjareystri fyri stuttum.
Ein rættiliga stór upphædd krevst fyri at fáa Christiano Ronaldo leysan av sáttmálanum, sum hann hevur við Real Madrid. Men gerst keypið veruleiki, so er eingin ivi um, at talan verður um tað størsta keypið í evropeiskum fótbólti í summar.