Christian var tætt við

Lyngby við føroyska landsliðsspælaranum Christian Lamhauge Holst millum teir fyrstu ellivu varð leygadagin sent heilt niður á botn í superliguni. Lyngby hevði vitjan av AGF, sum við 3-1 sigri lyfti seg burtur av niðurflytingar plássunum.

Einki mál varð skorað, inntil tað restaðu 20 minuttir. Næst við at skjóta mál var Christian Lamhauge, tá ið hann varð spældur leysur í brotsteiginum í vinstru og við góðari roynd sendi framvið AGF málverjanum, men tíverri fyri Christian og Lyngby brast bólturin í nærra stólpan. AGF skoraði tvær ferðir, áðrenn Lyngby svaraði aftur, og so staðfestu gestirnir týdningarmikla sigurin. Úrslitið ber við sær, at AGF nú er triði aftast við 11 stigum, og at Lyngby er aftast við 9 stigum. Hesi bæði hava spælt 14 dystir og hini hava spælt 13 dystir.