Ungi havnarmaðurin, Christian Restorff Mouritsen, hevur fingið eina dreymabyrjan í nýggja felagi sínum, enska Manchester City. Christian, sum ikki byrjar av álvara í Manchester fyrr enn í summar, hevur júst verið í Onglandi í ein lítlan mánað, og tá fekk hann av álvara gjørt vart við seg.
Skoraði móti Liverpool og United
Á vitjan síni í Manchester City hesaferð tók Christian lut í fýra venjingardystum hjá unglingaliðum felagsins. Millum annað var dystur hósdagin, har mótstøðumenninir vóru úr stórfelagnum Liverpool. Christian var millum teir fyrstu ellivu hjá Manchester City, sum vann dystin 1-0. Málskjútti hjá Manchester City var eingin annar enn Christian Restorff Mouritsen, sum harvið søkti Liverpool.
Tveir dagar seinni var dystur móti U16-liðnum hjá grannunum úr Manchester United, og hesaferð byrjaði Christian á beinkinum. City legði seg á odda 1-0, og hetta var eisini støðan, tá ið Christian kom á vøllin. Ungi føroyski framherjin hevði bert verið á vøllinum í nakrar heilt fáar minuttir, so lá bólturin aftur í netmeskunum hjá Manchester United, og hesaferð var málskjúttin Christian Restorff Mouritsen! Eitt mál kom afturat í dystinum, og tað fekk City eisini, og harvið vunnu teir 3-0 á grannunum úr United.
Umboðsmaðurin hjá Christiani, Jákup í Stórustovu frá North Atlantic Football Agency, sigur, at í Manchester City eru teir sera væl nøgdir við Christian. Ungi havnarmaðurin fer yvir aftur til Manchester um tríggjar vikur, og tá verður hann í Onglandi í ein mánað, áðrenn farið verður í summafrí.
Eftir summarfrítíðina fer Christian Restorff Mouritsen so permanent at flyta yvir til Manchester, tá ið sáttmáli hansara av álvara fer í gildi.