Christian prinsur fingið serstaka gávu frá Føroyum

Gávan er ein túrur út í Stakkin í Tjørnuvík, har Christian, prinsur, fær møguleika at uppliva stórfingnu náttúruna.

Fríðrikur, krúnprinsur, uttan fyri Christansstovu í Stakkinum í 2018.

H.K.T. Christian, prinsur, fylti 18 ár sunnudagin, 15. oktober.

 

Í hesum sambandi hava løgmaður og løgtingsforkvinnan sent honum føðingardagsheilsan vegna Føroyar.

 

Føðingardagsheilsanin til Christian, prins, innibar eisini eina serstaka føðingardagsgávu.

 

Gávan er ein túrur út í Stakkin í Tjørnuvík, har Christian fær møguleika at uppliva stórfingnu náttúruna, umframt at síggja Christiansstovu.

 

Christiansstova er eitt lítið hús á Stakkinum.

 

Húsið fekk navnið Christiansstova til heiðurs fyri Christiani, prinsi, tá krúnprinsahjúnini vitjaðu Stakkin í 2018.

 

Túrurin út í Stakkin verður skipaður saman við kongshúsinum, tá umstøðurnar loyva tí.

 

 

 

Fríðrikur, krúnprinsur, uttan fyri Christansstovu í Stakkinum í 2018.