Miðvallarin á danska landsliðnum, Christian Poulsen, varð eftir ósømiliga dystin millum Danmark og Svøríki 2. juni skuldsettur fyri harðskap. Hetta kom eftir at hann seint í dystinum sló ein svia í búkin.
Christian Poulsen varð meldaður av einum donskum háskúlanæmingi í Århus, men hetta kundi hann eftir øllum at døma spart sær. Málið varð tikið upp hjá løgregluni í dag, og teir komu við tí niðurstøðu, at málið ikki skal skjótast inn fyri rættin. Ein av grundgevingunum var tann, at maðurin hann sló, ikki fekk nakran skaða av tilburinum.
Samlaða revsingin hjá danskaranum úr Sevilla FC verður tískil tríggir dagar leikbann.