Christian Olsen fyllir seksti ár

Mikudagin tann 26. juli fyllir Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu í Klaksvík, seksti ár.
Christian varð føddur tann 26. juli 1946 í Fuglafirði. Foreldrini vóru Heini Olsen úr Klaksvík (Heini hjá Hans Eriki) og Solby Árna Thomsen ættað úr Fuglafirði.
Christian er elstur av fimm systkjum og vaks upp á Selheyggi í Klaksvík. Tá hann varð liðugur við real-skúlan, fór hann í bankalæru í Føroya Banka.
Í 1968 giftist Christian við Sólfríð Svabo Sørensen, dóttir Søren Svabo og Janhild Ulrikku Sørensen. Tey eiga fýra børn, Heini, Janhild, Søren og Solby. Abbabørnini eru fimm í tali: Jordan, Jack, Lily, Petur Martin og Kristian.
Miðskeiðis í sjeytiárunum bygdu Christian og Sólfríð hús á Gørðum í Klaksvík, har tey búgva enn.
Flestu klaksvíkingar munnu minnast Christian frá tíðini á matvøru- og provianthandlinum, Seglhúsið, har hann arbeiddi í 17 ár, inntil hann í 1984 tók við starvi sum stjóri á Nordafar A/S í Føroyingahavnini í Grønlandi.
Í 1989 fór hann í starv hjá Smyril Line umborð á Norrønu sum goymsluleiðari og seinni sum pursari. Sum flest øllum kunnugt var Norrøna eitt tíðarskeið flóttafólkaskip og lá við Islandsbrygge í Keypmannahavn vetrarhálvurnar, og var Christian eisini ein partur av manningini hesa tíðina.
Í land aftur komin tók Christian við starvinum sum leiðari av Norðoya Kunningarstovu, sum varð endurstovnað 1. mars 2001, og røkir hann framvegis hetta starvið.
Christian Olsen hevur eisini luttikið nógv innan føroyskan fótbólt. Hann bleiv valdur inn í fótbóltsdeild FSF´s í 1976 og var við til at stovna Fótbóltssamband Føroya í 1979, har hann varð fyrsti formaður sambandsins.
Í politikki hevur Christian altíð verið javnaðarmaður, og hevur hann eisini sitið í Klaksvíkar býráði umboðandi flokkin. Hetta gjørdi hann tvær býráðssetur  frá 1980 til 1988.
Christian hevur altíð verið ein eldsál, sum brennur fyri tí, hann arbeiðir við. Tað veri seg innan dagliga starvið, politikk ella felagsarbeiði. Tískil eru feløgini og nevndirnar, sum hann hevur verið uppií gjøgnum tíðina, alt ov rúgvismikið at nevna her. At hann eitt skifti varð kallaður Nevndar-Christian sigur allarhelst nógv meira enn ein long ramsa.
Christian Olsen verður burturstaddur á føðingardegnum.

Hjartaliga til lukku við degnum.

Ynskja konan, børnini, verbørnini og abbabørnini