HB boðar í kvøld frá, at Christian Mouritsen og Gunnar H. Haraldsen spæla við HB til 2015.
Sáttmálarnir hjá báðum spælarnum ganga út í ár, men við at leingja sáttmálarnar er HB farið í gongd við leggja fundamentið undir komandi kappingarárini, verður sagt á heimasíðuni hjá Havnar Bóltfelag.
Christian Mouritsen er álopsspælari, og í fjør var hann toppskjútti í felagnum. Gunnar H. Haraldsen er verjuspælari.
Báðir spælarnir eru uppvaksnir í HB.
Mynd: Finnbogi Arge










