Christian Nagata ársins leiðari

Christian Nagata er Ársins Leiðari 2008. Christian Nagata, stjóri í Sendistovuni, er ársins leiðari 2008. Tað var avdúkað á ?Ársins Leiðaradegi? á Hotel Føroyum fyri løtu síðani.

Høvðusevnið á degnum hevur verið avbjóðingin at fáa og fasthalda starvsfólk. Kappingin um tey góðu starvsfólkini er hørð í dag, og tí er týdningarmikið at vita, hvat skal til fyri at fáa starvsfólk at trívast. Ein av heitu politisku spurningum seinasta árið - spurningurin um føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at fáa útlendska arbeiðsmegi ella flyta arbeiðspláss út av landinum - var eisini viðgjørdur á leiðaradegnum.

Hæddarpunktið var tó, tá Ársins leiðari 2008 skuldi útnevnast.

Síðstu trý árini hava Andras Róin, Marner Jacobsen og Magni Arge fingið heiðurin.

Í ár stóð valið millum tríggir aðrar leiðarar - Johannes Jensen, stjóra á Hotel Føroyum, Jóhanna á Bergi, stjóra á Faroe Ship og Christian Nagata, stjóra í Sendistovuni.

Christian Nagata er gestur í tíðindunum á Rás2 klokkan 17.