Í samband við upptaktina til landsdystin móti Rumenia, hevði Rás2 eina drúgva samrøðu við Christian Lamhauge Holst, ið spældi sín seinasta landsdyst farna sunnudag.
Hoyr samrøðuna við Christian L. Holst við at trýsta á pílin undir myndina
Hann greiðir í samrøðuni frá tilgongdini til at blíva føroyskur landsliðsspælari, um hann kennir seg sum føroying og hvat hann er fyri ein týpa.
Atli Gregersen, sum mangan hevur deilt kamar saman við Christiani L. Holst, kallar hann fyri ein turist, heimsspeking og droymara. Tað svarar Christian L. Holst eisini upp á.