Í morgun landar Christian í Grótinum umleið 2500 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði. Lítið hevur annars verið at hoyrt um svartkjaftalandingar í seinastuni.
Seinastu landingarnar, sum umrøddar eru á heimasíðuni hjá Havsbrún, eru frá 12. mai. Hyggja vit at heimasíðuni hjá Varðanum í Gøtu eru seinastu landingarnar, sum heimasíðan nevnir, frá 13. mai.
Alt hetta merkir ikki, at einki svartkjaftavirksemi er undir Føroyum í løtuni, tó at flestu uppsjóvarskip nú ivaleyst fara at bíða, til makrelvertíðin tekur seg upp til heystar.
Men, í dag landar so Christian í Grótinum hesa stóru svartkjaftalastina í Fuglafirði, og tað er Dávur Winther, sum hevur tikið viðheftu mynd av skipinum.