- Vit vóru í samband við myndugleikarnar í síðstu mánaði, ið vildu vita, um vit enn hildu fast við, at vit einki ólógligt hava gjørt. Tað svaraðu vit, at vit gjørdu. Annars hendir ikki nógv í málinum.
Tað sigur Eyðun Rasmussen, reiðari í Christian í Grótinum, nú tað eru átta mánaðir síðani, at skotskir myndugleikar tóku skipið í hetlendskum sjóøki.
Tað var í november, at sjóverjuskipið Hitra gav Christian í Grótinum boð um at sigla til Lerwick. Orsøkin var, at skotsku myndugleikarnir mettu, at skipið hevði brotið ES lóggávu fyri fiskiskap.
Reiðaríið varð tá álagt eitt sektaruppskot á 20.000 bretsk pund, ið reiðaríið góðtók. Eftir ætlan skuldi rættarfundur verða í januar, men nú vit skriva juli, er nærum einki hent í málinum. Eyðun Rasmussen metir tó, at myndugleikarnir ikki hava slept málinum, men at rættarfundurin verður hildin í heyst.
- Tað verður ein rættarsak, hetta málið er ikki slept. Í summar verður møguliga ikki gjørt so nógv við tað, men eg vænti at lív kemur aftur í málið í heyst, og at vit verða biðin at møta til rættarfund tá.
Eyðun Rasmussen upplýsir, at hóast teir hava verið tiknir fyrr, so er hendan støðan øðrvísi, tí ósemjan tykist at botna í tulkingini av ES-lóggávu.
- Málið er eitt sindur ullint, tí tað botnar í eini tulking av ES-reglum. Tað er eitt stríð um hvat vit hava loyvi til og hvat vit ikki hava loyvi til at gera við fiskin umborð. Vit meta, at vit kunnu hagreiða hann umborð, meðan teir meta, at hann skal frystast alt fyri eitt.